Hørður Askham hevur í dag gjørt sáttmála við HB.
Hann er uppvaksin hjá okkum, men eftir at hava spælt vaksnamannafótbólt fyrst hjá grannunum og síðani í Klaksvík, vendir hann nú endiliga heim.
24 ára gamli verjuleikarin hevur vant við HB seinastu tíðina, og nú kunnu vit vátta søgurnar um, at hann skal spæla í reyðum og svørtum næsta ár.
Higartil hevur hann spælt 145 dystir í bestu føroysku fótbóltsdeildini og hevur skorað seks mál. Harumframt hevur hann spælt 12 dystir í Løgmanssteypinum, átta í Europa League og tveir í Champions League, so hann hevur nógvar royndir hóast sín unga aldur.
Vit gleða okkum at síggja Hørð í reyðum og svørtum aftur.






