22-07-1944
Poul leikti á fremsta liðnum hjá HB seinnapartin av sekstiárunum og fyrst í sjeytiárunum og kom eisini á landsliðið. Hann gjørdi bæði málini í minniliga 2-1 dystinum móti KÍ í 1971 og vissaði HB meistaraheitið tað árið.
Poul var formaður í fótbóltsdeildini hjá ÍSF áðrenn FSF var stovnað, og hann var fyrsti formaður í P/F Havnar Fótbólti, sum virkaði frá 1998 til 2011 og fekk átta meistarheiti í hús til HB í hesum tíðarskeiði.
Poul var undangongumaður í Tórsvallarætlanini, sum nú er vorðið eitt prýðiligt landsstadion.
Poul varð útnevndur til heiðurslim í Havnar Bóltfelag á ársveitslu felagsins í 2014.







